Vælkomin til Suðuroyar Musikkskúla

Nýggjastu tíðindi

Væleyðnað jólakonsert

Suðuroyar Musikkskúli hevði eina stak hugnaliga og væleyðnaða jólakonsert í skúlanum í Trongisvági 6. desember. Okkara óføru næmingar spældu jólasangir av ymsum slagi, bæði sum solistar og í bólkum. Eisini áhoyrarnir fingu brúkt røddina í felagssangunum og aftaná var jólahugni við kaffi og køkum. Hjartans takk øll tit mongu sum komu at líða á, hjálpa […]

Musikkskúlanæmingar til tiltak í Sumba

Fimm óførir næmingar og lærarar teirra framførdu ljómandi blásaratónleik í Sumba í dag, tá minnisvarði teirra sjólatnu varð vígdur og avdúkaður. Eitt hugnaligt og væleyðnað tiltak.

Nýggjur leiðari settur í Suðuroyar Musikkskúla

Suðuroyar Musikkskúli hevur sett Kára Jacobsen sum nýggjan leiðara. Kári er útbúgvin á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir sum tónleikalærari, tónasmiður, fyriskipari og framleiðari bæði í Føroyum, í Keypmannahavn og aðrastaðni uttanlanda. Hann starvast eisini m.a. sum klaverlærari í Suðuroy. Í eina tíð hevur Suðuroyar Musikkskúli verið uttan leiðara, av […]

Summarkonsert á Seglloftinum

Týsdagin 24. mei kl. 19 verður summarkonsertin hjá Musikkskúlanum í Suðuroy hildin á Seglloftinum á Tvøroyri. Fyri næmingar og familjur teirra er matur og hugni frá kl. 17.30, meldið tykkum til hetta við at ringja til Kára á 22 33 42. Næmingar eta ókeypis, fyri onnur er prísurin 70 kr. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 20. mei. […]