Archives

Monthly Archive for: 'december, 2016'

musikkskulin

Suðuroyar Musikkskúli ger vart við, at í løtuni eru tøk pláss til næmingar í hesum ljóðførum: Gittar, tvørfloyta, klarinett, trombone, saksofon, trumpet, kornet, althorn, baryton, euphonium, tuba.

Meira fæst at vita á heimasíðuni sumus.fo, har tilmelding eisini fer fram.

Suðuroyar Musikkskúli hevði eina stak hugnaliga og væleyðnaða jólakonsert í skúlanum í Trongisvági 6. desember. Okkara óføru næmingar spældu jólasangir av ymsum slagi, bæði sum solistar og í bólkum. Eisini áhoyrarnir fingu brúkt røddina í felagssangunum og aftaná var jólahugni við kaffi og køkum. Hjartans takk øll tit mongu sum komu at líða á, hjálpa til og syngja við, og ikki minst takk til okkara dugnaligu næmingar sum vóru røsk og fitt í allar mátar! 🙂