Archives

Monthly Archive for: 'maj, 2017'

Týsdagin 30. mei kl 17 verður summarkonsert hjá Suðuroyar Musikkskúla á Seglloftinum! 🙂 Okkara dugnaligu og hugagóðu næmingar fara at spæla fyri okkum, og aftaná verður hugni við nátturða og samveru millum næmingar, foreldur og lærarar. Tað er neyðugt at siga frá um mann ynskir at eta við, so vit vita hvussu nógvur matur skal gerast. Send eini boð á tlf 22 33 42 ella eitt teldubræv til sumusikk@gmail.com, og skriva nøvnini á teimum sum koma. Vit gleða okkum at síggja tykkum, møtið fjølment! 

Fríggjakvøldið hevði Yngra Orkestur á Suðuroyar Musikkskúla, undir leiðslu av Johan Hentze, konsert saman við Tvøroyrar Hornorkestri á Seglloftinum. Heilt fitt at fólki høvdu leitað sær oman á Seglloftið til hesa hugnaligu løtuna. Okkara hugagóðu næmingar høvdu vant meginpartin av degnum. Hildu væluppibornan pizza-steðg og so aftur at venja. Tey hepnaðust væl við framførsluni, og fagnaðurin var stórur. Takk fyri øll somul, bæði tit sum framførdu og tit sum komu at líða á. Og ikki minst takka vit Tvøroyrar Hornorkestri, undir leiðslu av Tróndi Enni, fyri gott samstarv.