Konsert á Seglloftinum fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið hevði Yngra Orkestur á Suðuroyar Musikkskúla, undir leiðslu av Johan Hentze, konsert saman við Tvøroyrar Hornorkestri á Seglloftinum. Heilt fitt at fólki høvdu leitað sær oman á Seglloftið til hesa hugnaligu løtuna. Okkara hugagóðu næmingar høvdu vant meginpartin av degnum. Hildu væluppibornan pizza-steðg og so aftur at venja. Tey hepnaðust væl við framførsluni, og fagnaðurin var stórur. Takk fyri øll somul, bæði tit sum framførdu og tit sum komu at líða á. Og ikki minst takka vit Tvøroyrar Hornorkestri, undir leiðslu av Tróndi Enni, fyri gott samstarv.