160 fólk til konsert á Seglloftinum

160 fólk til konsert á Seglloftinum

Umleið 160 fólk høvdu leitað sær innar í Seglloftið í síðstu viku, tá ið Suðuroyar Musikkskúli helt árligu summarkonsert sína. Hópin av royndum og minni royndum næmingum vóru ófør og djørv at framføra, og áhoyrarnir sótu hugtiknir og lýddu á.

Aftaná var borðreitt við trý-rættirs matskrá, har høvi var hjá foreldrum, næmingum og lærarum at práta og hugna sær saman. Vælvitjaða og hugnaliga summarkonsertin hjá Suðuroyar Musikkskúla við mati aftaná, er við at gerast ein siðvenja, har tað í stórum legst afturat við luttakarum ár undan ári. 

Hjartans tøkk allir tit fittu og dugnaligu næmingar, sum framførdu so lystiliga, og takk til øll tykkum mongu sum komu at lýða á!