Góðu næmingar og foreldur! 

buy cytotec 200mcg So er summarfrítíðin liðin, og vit vóna at tit hava havt eitt gott summar. Eitt nýtt musikkskúlaár stendur fyri durum.

isotretinoin generic no prescription Lærarar okkara seta seg sjálvir í samband við hvønn einstakan næming, og kunna teir um nær og hvar teir skulu møta til undirvísing hetta skúlaárið. Onkrir lærarar byrja hesa vikuna, aðrir í næstu viku.

source site Í Vági eru nýggju hølini í Vágs Skúla ikki heilt til reiðar at taka í nýtslu enn, men um 1-2 vikur skuldi verið klárt.Tað merkir at undirvísingin í Vági byrjar umleið 1. september. Tit frætta nærri um hetta.

Vit eru fegin um at kunna bjóða tveimum nýggjum lærarum vælkomnum í ár. Tað eru Ari Bjarkason, sum fer at undirvísa í træblástri og Tróndur Enni, sum fer at undirvísa í messingblástri.

Kunnandi foreldrafundur fyri øllum foreldrum/avvarðandi at næmingum á Suðuroyar Musikkskúla verður væntandi í fyrstu viku í september, tá frálæran er byrja allastaðni. Tíð og stað verður lýst seinni.

Vit gleða okkum at síggja næmingarnar aftur!

Við tónleikakvøðu og vegna Suðuroyar Musikkskúla
Kári Jacobsen, leiðari