Kunning um hølisviðurskiftini í Vági

Í morgin verða nýggju ljóðdempandi hurðarnar loksins uppsettar í nýggju musikkstovunum í Vágs Skúla. Harvið fær Suðuroyar Musikkskúli trý nýggj, góð undirvísingarhøli í Vági. So nú ber aftur til hjá okkum at hava vanliga undirvísing við fleiri næmingum í senn í Vági frá og við mánadegnum 11. september. Verið vælkomin í nýggju, snotiligu hølini í Vági!

Vegna Suðuroyar Musikkskúla
Kári Jacobsen, leiðari