Tíðindi

Suðuroyar Musikkskúli hevur sett Kára Jacobsen sum nýggjan leiðara. Kári er útbúgvin á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir sum tónleikalærari, tónasmiður, fyriskipari og framleiðari bæði í Føroyum, í Keypmannahavn og aðrastaðni uttanlanda. Hann starvast eisini m.a. sum klaverlærari í Suðuroy.

Í eina tíð hevur Suðuroyar Musikkskúli verið uttan leiðara, av tí at ivamál hava verið um setanartilgongdina. Men úr musikkskúlanevndini verður sagt, at nú verður hugt frameftir og at tey fegnast um at leiðaraviðurskiftini loksins eru komin í rætt lag.

Tey, ið ynskja at ganga til eitt ljóðføri, kunnu melda seg til á heimasíðuni hjá Suðuroyar Musikkskúla sumus.fo, sum í næstum verður dagførd.

Týsdagin 24. mei kl. 19 verður summarkonsertin hjá Musikkskúlanum í Suðuroy hildin á Seglloftinum á Tvøroyri. Fyri næmingar og familjur teirra er matur og hugni frá kl. 17.30, meldið tykkum til hetta við at ringja til Kára á 22 33 42. Næmingar eta ókeypis, fyri onnur er prísurin 70 kr. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 20. mei. Sjálva konsertin kl. 19 er fyri øll og krevur ikki tilmelding.

12