Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Suðuroyar musikkskúla at tryggja, at viðgerðin av dátum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.
Nær viðgerð Suðuroyar musikkskúli upplýsingar um teg?
Suðuroyar musikkskúli viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi skúlans, undir hesum serliga samskiftisupplýsingar, uppmøting, støðumet og ársmet, tilmelding.
Viðgerðin av persónupplýsingum fevnir í høvuðsheitum um skráseting og goyming. Í flestu førum viðger skúlin samskiftisupplýsingar so sum navn og teldupost. Í serstøkum føri viðger skúlin viðkvæmar upplýsingar.
Suðuroyar musikkskúli savnar inn upplýsingar, tá ið:
Suðuroyar musikkskúli viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær myndugleikauppgávur, sum musikk skúlalógin og onnur viðkomandi lóggáva áleggur stovninum.
Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri allar almennar skúlar, og Suðuroyar musikkskúli skal eisini fylgja hesum reglum. Suðuroyar musikkskúli skrásetir allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.
Heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Heimildin til at viðgerða persónsupplýsingar er í høvuðsheitum:
Suðuroyar musikkskúli gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum skúlin hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini at senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Í útgangsstøðinum flytir Suðuroyar musikkskúli ikki persónupplýsingar til útlond ella triðjalond.
Mál hjá Suðuroyar musikkskúla verða flutt á goymslu til Tjóðskjalasavnið sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur skúlin ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Tó er ásett í lógarverkinum, at ávísir upplýsingar skulu goymast longur, eitt nú skulu prógv og skjalváttanir hjá næmingum umframt próvtøl og støðu- og ársmet í 30 ár.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi rættindi eru í kap. 4 í dátuverndarlógini.
Rættindini hjá skrásetta í dátuverndarlógini eru hesi:
Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt gera ein ella fleiri av rættinum galdandi, skalt tú venda tær til Suðuroyar musikkskúli á info@sumus.fo ella á telefon 25 66 99.
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 13.00.
Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.
Metir tú, at Stovnurin ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 13.00.
Suðuroyar musikkskúli er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á skúlanum.
Suðuroyar musikkskúli
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyri
Teldupostur: info@sumus.fo
Telefon: 25 66 99
Skrivstovan er opin gerandisdagar kl. 9.00 til kl. 13.00
Tróndur Enni er dátuverndarfólk á Suðuroyar musikkskúla
Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum hjá Suðuroyar musikkskúli, kanst tú venda tær til Tróndur á teldupostadressu trondurenni@yahoo.dk Heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til Barna- og útbúgvingarmálaráðið, J.H.Schrøtersgøta 7, Postrúm 3279, FO-110 Tórshavn, att. dátuverndarfólk.