Musikkskúlanevndin er ein 6 mannanevnd sett at fremja áhugamál hjá kommununum í oynni.
Nevndarlimirnir verða tilnevndir av bý og bygdaráðum, fyri eitt býráðsvalskeið í senn.
Nevndin arbeiðir fyri góðum korum hjá musikkskúlanum, miðar eftir at vekja ans fyri tónleiki og arbeiðir sum heild fyri áhugamálum musikkskúlans.
Nevndin eigur saman við musikkskúlanum at eggja til eitt ríkt og fjøltáttað tónleikalív.
Nevndin hevur í minsta lagi fýra fundir um árið og letur á hvørjum ári í juni mánaði mentanardeildunum í Bý og Bygdráðum í oynni ársfrágreiðing.